Í dag 28/6 var seinasti arbeiðsdagur hjá Bo Jørgensen, sum hevur verið lærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy og á Klaksvíkar HF-skeiði frá 1983 til 2013.
Bo er føddur í Keypmannahavn 29. apríl í 1945 – 1 viku áðrenn 2. heimsbardagi endaði, er útbúgvin Cand. Mag. í søgu, religión og fornaldarfrøði og hevur hann undirvíst í øllum hesum lærugreinum við Gøtugjógv, í Klaksvík og á Kambsdali. Hann hevur sostatt tænt føroyska undirvísingarverkinum í 30 ár við síni breiðu vitan, síni servitan og sínum nærlagni, og nú hann leggur frá sær, eru fleiri av hansara fyrrverandi næmingum starvsfelagar hansara her á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy eins og á Klaksvíkar HF-skeiði og núverandi rektari byrjaði sum næmingur sama ár, sum Bo byrjaði sum lærari.
Sum starvsfelagi er Bo vitandi, fyrikomandi og umboðar eina mentan í dýpt og breidd sum fáur og sum vit fara at sakna. Í fríkorterum og til fundir hevur hann oyst av sínum mongu keldum – bæði til skemt og álvara – og mong eru tey áhugamál, sum hann hevur lutað saman við okkum her t.d. innan mál, heimsbókmentir og filmssøgu. Bo hevur verið virkin í Lærararáðnum, so at siga øll árini hann hevur starvast á staðnum – seinastu árini sum kassameistari – og annars tikið mangt takið, tá á stóð og er altíð góður í ráðum. M.a. var hann leiðari á Klaksvíkar HF-skeiði eitt 10-ára skeið frá 1984.
Bo er giftur við Margit Dahl Nielsen, sum er ættað úr Åbenrå, sum hevur føroyskar røtur í moðurætt, og sum eisini hevur verið lærari á skúlunum síðani 1983. Hon undirvísir í søgu og týskum. Tey eiga sonin Hans Jacob, sum er útbúgvin sivilverkfrøðingur og arbeiðir hjá Mærsk á Esplanaden í Keypmannahavn. Hans Jacob tók studentsprógv á Kambsdali Í 1998. Familjan hevur búð í Klaksvík øll árini og Margit og Bo eru partur av tí lærarahópi, sum hevur verið kjarni á skúlunum øll árini.
Vit heilsa Bo við sitatinum, sum Dánjal Petur Højgaard tók fram í røðu síni í morgun úr “Homerisku kvæðini, Odysseus” í endursøgn eftir Jeffrei Henriksen: “Zeus var eisini troyttur av kríggi og blóði, og hann læt Athenu leggja uppí at fáa frið í lag. Hon skipaði fyri semju partanna millum, og Odysseus sat í mong ár sum ein mildur og lukkuligur kongur yvir fólki sínum á Itaka.” Soleiðis ímynda vit okkum teg í vælsignaðum og eydnusomum ævikvøldi.
Við takksemi og góðynskjum
-------
Starvsfelagarnir










