Fyrsta kappingarárið á enskum fótbólti hevur tó ikki gingið heilt eftir vild hjá vandamikla áleyparanum. Nú er tó líkt til, at Shevchenko kann vera á veg aftur til AC Milan. Eigarin hjá Milan, Silvio Berlusconi, segði fyrr í dag, at felagið arbeiðir við at fáa Shevchenko aftur til felagið. – Tá ið eg tosaði við varaforsetan Galliani, segði hann, at handilin var næstan komin í hús. Shevchenko vil aftur til Milan,. Og felagið hevur ongar trupulleikar at gjalda lønina.