Milan vísir ræðandi styrki

Milan er stórfavorittur at vinna Champions League eftir eitt sera professionelt avrik ímóti grannunum úr Inter. Chelsea er eisini væl fyri eftir fyrru hálvfinaluna ímóti Bayern München, sum enska liðið vann 4-2 á heimavølli

Milan vísti enn einaferð, at teir vera ómetaliga tungir at syfta í ár. Við einum 2-0 sigri í grannauppgerðini ímóti Inter hevur Milan so at siga tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.
Milan byrjaði heldur varliga, og Inter hevði í veruleikanum yvirvág at byrja við. Men Inter megnaði ikki at spæla seg fram til nakrar opnar málmøguleikar. Mihajlovic hevði eitt vandamikið fríspark og Cruz sendi eitt skot omanfyri, tá hann var í góðari støðu. Tá Inter ikki megnaði at gera sær dælt av leikligu yvirvágini, sló Milan bæði kalt og kyniskt til. Við tveimum deyðbóltum frá Andrea Pirlo fekk Milan tvey sera virðismikil mál.
Hóast báðir dystirnir verða leiktir á sama stadion, var hetta var heimadysturin hjá Milan, og tí var tað sera umráðandi at halda málið reint. Úrslitið gav ikki eina heilt rætta mynd av dystinum, tí Inter spældi allatíðina upp við Milan. Tó hevði tú ongantíð eina kenslu av, at Inter fór at skora í seinna hálvleiki.
Fyrra málið hjá Milan kom beint fyri steðgin. Eitt fríspark varð sent innfyri úr vinstru, og Jaap Stam snittaði bóltin víðari í netið. At Milan var frammanfyri í steðginum var ikki beinleiðis uppiborið, tí tað hevði leikað javnt á, og hvørki av liðunum hevði megnað at spæla seg fram til teir stóru málmøguleikarnar.
Eftir steðgin kom meira gongd á álopsspæli hjá Milan, men aftur var tað ein deyðbóltur, ið skuldi vísa seg at vera avgerandi. Enn einaferð varð eitt fríspark sent innfyri úr høgru, at Shevchenko ótarnaður slapp at skalla bóltin í netið.
Saknurin hjá Inter eftir áleyparanum Adriano var stórur. Tað sást týðuliga á álopsspælinum hjá Inter, tí har var ov lítið bit í. Martins royndi alt tað, hann var mentur, men Jaap Stam, ið møguliga var besti leikari á vøllinum, hevði gott tak á tí lítla og kvika áleyparanum.
Milan er ein væl samanspæld eind við einari krútsterkari verju, einum miðvølli, ið bæði hevur arbeiðshestin Gattuso og kreativar leikarar sum Pirlo og Kaka, og einum stak vandamiklum álopi við Shevchenko og Crespo. Tí er Milan í løtuni tann stóri favoritturin at vinna Champions League í ár.

Aftur 4-2 til Chelsea
Fyri aðru ferð á rað vann Chelsea 4-2 á heimavølli í Champions League. Síðst var tað Barcelona, og hesuferð var tað Bayern München, ið stóð fyri tørni.
Mourinho hevur fingið tveir dystir leikbann frá UEFA, og tí var hann ikki at síggja á síðulinjuni til hendan dystin.
Bayern vóru sera skerdir í álopinum til hendan dystin. Bæði Roy Makaay og Claudio Pizarro vóru ikki tøkir vegna skaða, og liðið saknaði hesar báðar málrevarnar í álopinum.
Chelsea fekk eina dreymabyrjan, tá skotið hjá Joe Cole rakti ein verjuleikara og snýtti Kahn í málinum. 1-0 og bert fýra minuttir vórðu leiktir.
Bayern lat seg tó ikki taka av fótum av hesum skelki at byrja við. Týska liðið trýsti Chelsea aftur á vøllin, og Bayern var vandamiklari í fyrra hálvleiki.
Trýstið gav tó ikki úrslit fyrr enn eftir steðgin. Tann annars tryggi Petr Cech fekk ikki hildið einum skoti frá Ze Roberto, og Sebastian Schweinsteiger var fyrstur á returinum og javnaði.
Hetta fekk veruliga Chelsea at rakna við aftur. Frank Lampard, ið hevur havt eitt framúr gott kappingarár, skoraði tvær ferðir innanfyri tíggju minuttir, og Didier Drogba skoraði fjórða málið til 4-1.
Bayern München pyntaði tó um úrslitið við einum sera týdningarmiklum máli í seinasta minutti. Ballack vann sær eitt brotsspark, tá Carvalho var óansin og feldi týska miðvallaran. Ballack skoraði sjálvur brotssparkið til endaliga úrslitið 4-2. Hetta gevur Bayern ein møguleika, tá teir taka ímóti Chelsea á heimavølli, men kravið er, at týskarar skulu fram at skora í minsta lagi tvey mál.

Champions League, 1. fjórðingsfinalur:

AC Milan - Inter 2-0 (1-0)
1-0: Jaap Stam (45)
2-0: Shevchenko (75)

Chelsea - Bayern München 4-2 (1-0)
1-0: Joe Cole (4)
1-1: Sebastian Schweinsteiger (53)
2-1: Frank Lampard (60)
3-1: Frank Lampard (70)
4-1: Didier Drogba (82)
4-2: Michael Ballack, br. (90)