Í gjárkvøldið stóð greitt, at brasilski Kaká skal spæla í Real Madrid komandi kappingarár. Og brasiliumaðurin staðfesti skjótt, at talan var um ein handil, sum skal hjálpa Milan úr fíggjarligum trupulleikum. Real Madrid skal rinda Milan á leið hálva milliard krónur fyri spælaran. Ein upphædd, sum tó er minni enn tað, sum Real Madrid í 2001 rindaði Juventus fyri Zinedine Zidane.