Milan skal venja B36

B36 hevur gjørt avtalu við Milan Cimburovic, sum við hesum verður nýggjur høvuðsvenjari fyri ungdómsdeildirnar hjá B36. Milan, sum er serbi, hevur verið í Føroyum seinastu 10 árini, og hevur hann spælt og verið venjari hjá NSÍ, Royn, TB og VB/Sumba. Seinastu árini hevur hann verið ungdómsvenjari í TB.