Ítróttarstjórin í italska felagnum AC Milan sigur, at felagið nú roynir at manna eitt yngri lið, enn felagið hevur havt seinnu árini. Felagið hevur seinastu vikurnar keypt nakrar spælarar, sum eru fyrst í 20’unum, og tað er tilvitað av felagnum. - Vit royna at byggja eitt yngri lið upp, sum eisini gevur okkum fíggjarligan frið at reka felagið, sigur ítróttarstjóri Galliani við Ansa.










