Milan, Roma ella Inter?

Oddadystur var í Rom í gjár, tá Roma á heimavølli tók ímóti Jose Mourinho og Inter Milan. Daniele De Rossi legði Roma á odda í fyrra hálvleiki,. Um miðjan seinna hálvleik javnaði Diego Milito fyri Inter. Avgerandi málið kom fimm minuttir seinni, tá Luca Toni skoraði til 2-1 til Roma.

 

Milan kundi við sigri í kvøld lagt seg ájavnt við Roma á øðrum plássi, men tað eydnaðist ikki. Uttan Ronaldinho spældi Milan javnleik 1-1 á San Siro móti Lazio. Marco Borriello legði Milan á odda við brotssparki eftir 12 minuttir. Eitt korter seinni javnaði Stephan Lichtsteiner fyri Lazio til endaliga úrslitið 1-1.

 

Inter liggur framvegis á odda við 63 stigum. Roma er nú á øðrum plássi við 62 stigum, meðan Milan hevur 60 stig á triðja plássi.