Alt bendir á, at David Beckham komandi mánaðirnar fer at spæla fyri italska AC Milan. Amerikanska LA Galaxym, har Beckham spælir, er nú farin í vetrarsteðg, og fyri dystarvenjingina í Beckham er hetta sjálvandi ikki optimalt. Ivamál er tó um, hvussu langan leigusáttmála talan verður um. Galaxy vil ikki, at sáttmálin verður longur enn tríggjar mánaðir, meðan italska stórfelagið helst vil hava ein sáttmála, sum gongur yvir í minsta lagi seks mánaðir.