Milan lúrir eftir norðmanni

Italska felagið AC Milan hevur fingið gott eygað á unga norska verjuspælaran Vegard Forren, sum spælir fyri Molde. 20 ára gamli Forren stendur á gáttini til norska landsliðið, og um vikuskiftið hava umboð fyri AC Milan verið í Noregi og hugt eftir spælaranum. Áður hevur enska felagið Liverpool eisini sýnt áhuga fyri Forren.