Milan Kulic til HB

Á HB-veitsluni leygarkvøldið varð Milan Kulic presenteraður sum nýggjur maður í HB búnanum.
29 ára gamli miðvallarin, hevur spælt við VB 1998-2000 og 2003-2005, og støðugt hevur hann verið roknaður sum ein tann mest týðandi spælarin á liðnum hjá VB.
Tað hevur í eina tíð ljóðað, at hann var ávegis til HB, men sum skilst, so hevur Skála eisini dyrgt eftir undirskrift hansara. Men tað verður so av ongum komandi tvey árini.