Milan keypt Huntelaar

Í gjárkvøldið søgdu bæði spanskir og italskir fjølmiðlar, at áleyparin hjá Real Madrid, Klaas Jan Huntelaar, var ávegis til AC Milan.

Í dag váttar italska stórfelagið, at tey hava keypt hollendingin leysan úr spanska stórfelagnum. Huntelaar kemur til Milano í kvøld, har hann skal kannast av læknunum hjá AC Milan, og síðani verður sáttmálin undirskrivaður, skrivar bold.dk, sum eisini vil vera við, at prísurin er 112 milliónir krónur.