Milan hevur buktina og báðar endarnar

AC Milan hevur longu annað beinið í finaluni eftir fyrru hálvfinaluna týskvøldið. Milan fekk nevniliga ein 2-0 sigur á heimavølli ímóti hollendska liðnum PSV Eindhoven. Shevchenko og Jon Dahl Thomassen skutu málini

Champions League

Eingin ivi tykist vera um, at italska liðið AC Milan verður annað av liðunum í finaluni í ársins Champions League. Hóast PSV Eindhoven bardist manniliga í dystinum ímóti Milan, eydnaðist teimum ikki at fáa risan av fótum.
Milan var sjálvsagt stórfavorittur frammanundan, og hetta sást eisini týðuliga fyrstu tíggju minuttirnar, tá Milan legði trýst á gestirnar. Fyrstu nasku royndina hevði Shevchenko, tá hann fekk ein langan bólt innum verjuna. Hóast hann stóð rættiliga væl fyri, stýrdi hann bóltinum uppí hendurnar á málverjanum. Sigast skal, at hetta var ein sera torførur møguleiki, ið Shevchenko hevði.
Men PSV svaraði aftur og fekk sín besta møguleika í dystinum eftir eitt korter. Jefferson Farfan var sloppin leysur av tveimum verjuleikarum, og hann stóð væl fyri inn í brotsteiginum. Skotið gjørdist tó alt ov spakuligt og nervaði ikki málverjan stórvegis.

Shevchenko á blettinum
Men stutt fyri steðgin var tað sum ikki einaferð stjørnuáleyparin Shevchenko, ið legði heimaliðið framum.
Shevchenko legði bóltin aftur til Kaka, ið bíðaði eina løtu, áðrenn Shevchenko hevði runnið seg leysan, og so legði brasilianarin eina undurfulla sending til ukrainan, sum gjørdist leysur við málverjanum og skoraði til 1-0.
Hetta var ein dyggur smeitur fyri hollendska liðið, sum hevði spælt væl í fyrra hálvleiki og avgjørt ikki stóð nógv aftanfyri heimaliðið. Milan hevði tó munin fyri steðgin, og tað var á góðari leið, at italienska liðið var frammanfyri.

Park lá framvið
Eftir steðgin royndi PSV av øllum alvi at venda gongdini, og tað eydnaðist eisini fyri ein part. Suðurkoreanarin Ji-Sung Park skapti ofta ruðuleika í verjuni hjá Milan, men hann var ongantíð nóg neyvur í tí avgerandi løtuni.
Stórur saknur var í Allesandro Nesta, ið sat uttanfyri við leikbanni. Hann verður tó aftur tøkur til seinna dystin. Jaap Stam var ikki 100 % klárur til dystin, og møguliga hevur tað havt eina ávirkan á hansara avrik.
PSV skapti fleiri vandamiklar støður í seinna hálvleiki, men skotini móti málinum vóru heilt einfalt ov vánalig, og Dida skuldi ongantíð út í fulla longd. Mark van Bommel hevði eina vandamikla roynd, sum fór dygst omanfyri tvørtræið, tá hann gjørdist leysur eftir eitt risastórt mistak av Kaladze á vinstra bakki.
AC Milan vóru í seinna hálvleiki meira vandamiklir í kontraálopum, tí at liðið ofta lá rættiliga langt afturi á vøllinum fyri at verja eitt-máls leiðsluna.
Crespo fekk størsta málmøguleikan, tá Kaka enn einaferð vísti sítt virði og spældi argentinaran leysan. Men hann misti av onkrari orsøk fótafestið, og so fór tann møguleikin til spillis.
Tá var tað, at Ancelotti sendi Jon Dahl Thomasson á vøllin, og hann fekk eisini tað seinna og avgerandi málið.
AC Milan fór í kontraálop, og Kaka hevði bóltin uttanfyri brotsteigin. Hann stegðaði á eitt bil og royndi seg síðani við skoti, ið rakti eitt PSV-bein og endaði fyri føturnar á Thomasson, sum úr stuttari fjarstøðu hevði lætt við at skjóta kúlana í netið.
Hetta seinna málið tekur nakað av broddinum til seinna dystin teirra millum. Milan hevur hildið málið reint í seks Champions League dystir á rað, og tí er eingin, sum roknar við, at PSV brádliga fer at skora tvey í seinnu hálvfinaluni. Harumframt er Nesta tøkur aftur og fer at styrkja verjuna.
Hetta var í roynd og veru ein rættiliga typiskur dystur hjá teimum stríputu úr italsta mótahøvuðsstaðnum. AC Milan royndi seg við sterkum verjuspæli og skjótum álopsspæli og vann eisini 2-0. Hvørki Manchester United ella Inter megnaðu at bróta ígjøgnum verjuna eftir 180 minuttir yvir tveir dystir. Tí eru oddsini ikki serliga góð fyri, at PSV yvirhøvur fer at fáa mál ímóti Dida og hansara monnum.
Men man skal ongantíð siga ongantíð. Í fjør hevði Milan eisini eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum ímóti Deportive La Coruna. Milan førdi 4-1 áðrenn seinna dystin, sum Deportivo tó vann 3-0 og fór víðari í hálvfinaluna. Vit rokna tó ikki við einari endurtøku av eini slíkari sensatión.

Champions League, 1. hálvfinala
AC Milan ? PSV Eindhoven 2-0 (1-0)
1-0: Andrei Shevchenko, 43
2-0: Jon Dahl Thomasson, 90