Teir byrjaði kappingarárið sera trivlandi, men nú er ferð komið á italska felagið AC Milan. Seinastu fimm umførini hava teir vunnið fýra ferðir, og um vikuskiftið høvdu teir munin á Lazio. AC Milan legði seg á odda 2-0, áðrenn Lazio svaraði aftur við einum máli. Inter, sum eisini er heimahoyrandi í Milano, liggur einsamalt á odda í Seriu A.









