Fótbóltur
Mál frá Kaka, Seedorf og Gillardino góvu ikki Manchester United nakran sum helst møguleika, tá seinna hálvlfinalan í Champions League varð avgjørd í gjárkvøldið.
Regnið oysti niður fyrstu longu løtuna av dystinum millum Milan og Manchester United. Regn er annars nakað, sum spælararnir úr Manchester skuldu verið vanir við, men á váta lendinum megnaðu teir lítið í tríkantsspælinum, sum Milan koyrdi á miðvøllinum.
Tvær ferðir skoraðu teir eisini. Fyrru ferð tá Kaka sera hegnisliga langaði bóltin niður við stólparótina, eftir at Seedorf hevði vunnið luftbólt. Og seinnu ferðina, tá Seedorf skeyt bóltin júst sama stað eftir álop, sum var grundað á mistak í Manchester-verjuni.
Málini góvu gestunum truplar fortreytir í seinna hálvleiki, og tað gjørdi góða spælið hjá Milan eisini. Dysturin var ikki so flótandi og lívligur, sum fyrra hálvfinalan millum liðini. Fyrst og fremst tí vertirnir høvdu so gott tamarhald á. Eina løtu í sienna hálvleiki kom tó eitt vet av spenningi í. Gestirnir fingu lagt eitt ávíst tryst á. Størsta møguleikum í hesum fekk Fletcher, men hansara skot fór væl við síðuna av. Og tá Rooney løtu seinni ikki fekk brotssparkið, sum hann við góðum rætti ynskti, tóktust gestirnir heilt missa pippið.
Milan tók alt meira yvir. Og tá Sir Alex vildi satsa við at senda Saha inn fyri O’Shea fall revsingin alt fyri eitt. Í einum kontra móti tunnu verjuni gjørdist Gilardino púrasta leysur, og so stóð 3-0.
Hetta broytti kanska ikki tað stóra, tí gestirnir skuldu framvegis skora tvær ferðir. Men tað tók seinastu restina av luft úr reyðu devlunum.
Og so verða tað aftur Milan og Liverpool, sum skulu spæla finalu.. Júst somu lið, sum spældu eina ógloymandi finalu fyri tveimum árum síðani. Eina finalu, sum tey í Milan helst gjarna vilja hevna.
Milan-Manchester United 3-0 (2-0)
1-0: Kaka
2-0: Seedorf
3-0: Gillardino