Milan er heimsins besta fótbóltsfelag. Tað fingu teir staðfest í morgun, tá teir vunnu finaluni í HM-kappingini fyri feløg við 4-2.
Boca Juniors javnaði annars skjótt, tá Milan hevði lagt seg á odda, men Milan og serstakliga Kaka vístu seg sum heimsins bestu.
Brasiliumaðurin skoraði sjálvur eitt og legði upp til tvey onnur mál í 4-2 sigrinum á argentinska Boca Juniors.