Milan: Ein rimmar dystur í Fuglafirði

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB er nøgdur við fyrstu 50 minuttirnar, men ikki um stigamissin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Milan Cimburovic, sum sá sínar menn spæla javnleik 2-2 ímóti ÍF norðuri í Fuglafirði, har sigurin varð mistur í 95. minutti.

 

Milan heldur, at ÍF og HB góvu áskoðarunum ein rimmar dyst, men hann iðrar seg um, at sigurin glapp HB úr hondum í teimum doyggjandi sekundunum.

 

Milan er sera væl nøgdur leikliga við fyrstu 50 minuttirnar av dystinum, men minni væl nøgdur við seinasta partin av dystinum.