Mikudagin fellur avgerðin

Um eina viku fáa vit at vita um Jørgen Niclasen er ærumeiddur ella ikki


Næsta mikudag, altso um eina viku, fellur dómurin í sakarmálinum, har Jørgen Niclasen hevur stevnt fýra tíðindafólkum og leiðarum í Kringvarpinum fyri ærumeiðing.

Rætturin hevur brúkt tríggjar dagar um at viðgera málið og seinnapartin í dag var viðgerðin loksins liður og dómarin fær nú eina viku at hugsa um málið og koma til eina niðurstøðu  

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Árna Gregersen, tíðindamann, taka saman um.