Í morgun eru enn fleiri umboð fyri illa umstrídda felagsskapin, Sea Shepherd, komin til Føroya. Og tá ið summarið er farið, og komið er út á heysti, hava heili 500 umboð fyri harðrenda felagsskapin verið í Føroyum í eini roynd at steðga grindadrápi.
Sea Shepherd hevur enn einaferð sett kikaran á Føroyar við tí endamáli at steðga rindadrápi, og í hesum sambandi hevur felagsskapurin boðað frá, at tey fara at vera í Føroyum í alt summar og út á heysti við tí endamáli at forða fyri, at ein einasti hvalur verður dripin.
Tey hava miðað eftir at savna eitt lið av 500 sjálvbodnum umhvørvisfelagsfólki, sum vilja ganga undir flaggið hjá Sea Shepherd í summar og koma til Føroya at steðga grundadrápinum. Og nú boðar felagsskapurin frá, at málið er rokkið -ella næstan, tí tey mangla ein sjálvbodnar afturat, so er talið komið upp á fimmhundrað.
Fyri nøkrum døgum síðani kom tað fyrsta liðið av Sea Shepherd fólki til Føroya og felagsskapurin sigur, at við Norrønu í morgun er eitt lið afturat komið higar. Startskotið til átakið, sum tey hava nevnt Grindstop 2014, er 11 juni og tað endar ikki fyrrenn 1. oktober, sigur Sea Shepherd. Tá hava 500 fólk verið í Føroyum í royndini at steðga grindadrápi.
Tey siga, at umframt fólk á landi, er ein floti av skipum og bátum eisini á veg til Føroyar, eitt nú skjóttgangandi bátar. Tey ætla eisini at brúka smá, fjarstýrd flogfør í stríðnum ímóti grindadrápi Umboð fyri Sea Shepherd fara at vera sjónlig á hvørjum grindaplássi og fleiri skip og bátar fara at sigla ímillum oyggjarnar.
Tey hava sagt, at tey ætla ikki at bróta lógina, men leggja tað annars í hendurnar á hvørum einstøkum at gera tað, sum tey halda er neyðugt fyri at bjarga einum hvali. Og at fara í fongsil er ein bíligur prísur at rinda fyri at bjarga einum hvali ella einum springara, ljóða boðini frá Sea Shepherd. Myndin er ein, tey á Sea Shepherd hava tikið umborð á Norrønu á veg til Føroyar.
|