Mikrofontráanin drívur verkið í X-Factor

- Summi fólk hava eina øgiliga mikrofontráðan og troka seg framat í ólukkumát. Tað eru júst hesar typurnar, sum ofta eru at síggja í eini undirhaldssending sum X-Factor, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur

Tað er vorðið alsamt meira vanligt, at fólk fara í sjónvarp, har tey syngja, dansa ella okkurt heilt annað fyri síðani at blíva dømd av útvaldum dómarum. Alt verður filmað, líka mikið hvussu luttakararnir klára seg í hesum kappingunum, sum fleiri av undirhaldssendingunum seinastu árini hava verið.

- Summi av teimum fara har, tí tað er okkurt, sum drívur verkið, og hjá nógvum er tað tráanin eftir at sleppa framat eini mikrofon, sigur Eyðun Joensen, sum er fyrrverandi kliniskur sálarfrøðingur við psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur meira enn tredivu ára royndir innan sálarfrøðina.


X-Factor er dreymurin

Ein av orsøkunum til, at fólk uttan tær stóru sanggávurnar eisini melda seg til eina kapping sum X-Factor, hevur samband við nakrar grundleggjandi tørvir, sum øll menniskju hava.

- Onkrir luttakarar klára seg væl, men vit síggja eisini tey fólkini, sum tað ikki gongst serliga væl hjá. Vit menniskju hava eina fjøltáttaða tørvskipan, og hon myndar okkara atferð alt lívið. Í hesi tørvskipanini er eisini ein tørvur sum ekshibitionisma, sum snýr seg um at traðka fram og vísa seg. Hjá summum fólkum er hesin tørvurin rættiliga dominerandi, sigur Eyðun Joensen. Í nógvum førum er tað júst hesin tørvurin, sum ger, at fólk verða motiverað til at luttaka í undirhaldssendingum, hóast tey ikki eru serliga væl egnað.

- Flest øll atferð hjá okkum er motiverað av onkrum. Øll menniskju hava dreymar um avrik og eydnu, eisini innan tónleik, so tá tey melda seg til eitt nú X-Factor, er tað í vónini, um at teirra tónleikatalent skal koma fram, greiðir Eyðun Joensen frá.


Tekur synd í luttakarunum

Seinastu tvey fríggjakvøldini hava vit sæð ymisk fólk til upptøkuroynd í X-Factor, sum verður víst á DR1 hvørt fríggjakvøld klokkan 19.00. Eyðun Joensen heldur, at tey fólkini, sum ikki klára seg serliga væl til upptøkuroyndinar, kunnu fáa tað trupult eftir at hava verið í sjónvarpi.

- Eg taki synd í teimum, tí meir enn ein millión fólk hava sæð tey lippað, øst seg og gjørt sær fyri skommum í almennum sjónvarpi. Tá tey so skulu út aftur í gerandisdagin, hava nærum øll sæð tey koma illa frá sanginum til upptøkuroyndina, sigur Eyðun Joensen. Harafturat heldur hann, at stóra fokusið á luttakararnar, kann gerast ein trupulleiki hjá onkrum teirrra.

- Tað kann vera torført at fáa nógva uppmerksomheit upp á stutta tíð. X-Factor er sum ein ballón, ið blæsist upp av Danmarks Radio, og nógv verður gjørt burturúr. Tá tað so er liðugt, brestur ballónin, og tá kunnu tey luttakandi merkja ein tómleika, tí brádliga er eingin áhugi fyri teimum, sigur Eyðun Joensen.


Blachmann stóran týdning

Ein av teimum trimum dómarunum í X-Factor 2012 er tann bersøgni Thomas Blachman, ið als ikki er bangin fyri at leggja fingrarnar ímillum, tá hann skal døma luttakararnar. Hóast tað eru fleiri, ið halda, at hann stundum fer út um mark, so er Blachman týdningarmikil fyri sendingina.

- Eg haldi, at Blachman er, soleiðis sum hann er, men hann spælir uttan iva eisini eina rollu. Hann hevur nógv at siga fyri sendingina, tí tað er gjøgnum hann, at vit sum hyggjarar kunnu útliva nakrar tørvir, so sum agressión og harðskap, greiðir Eyðun Joensen frá og leggur afturat, at tað er ein orsøk til, at vit sum hyggjarar mangan halda tað vera serliga undirhaldandi, tá tað gongst luttakarunum minni væl.

- Okkum dámar ofta serliga væl, tá tað gongst øðrum illa, og tað hevur aftur nakað at gera við okkara margfaldaðu tørvskipan, sum eisini inniheldur óreinheit og skaðafrøi, sigur Eyðun Joensen.


Okkum tørvar X-Factor

Tá vit hyggja eftir eini undirhaldssending sum X-Factor, er tað í stóran mun tí at talan er um eina sending uttan stórvegis tyngd og dýpd.

- Hetta slagið av undirhaldi er ein ómakaleys dagdvølja, sum flestu fólk hava tørv á fyri at koma burtur frá dagsins strevi. Ein stórur partur av tí, sum fjølmiðlarnir dagliga koma við, krevur stórt djúphugsni av okkum, og tískil kemur ein sending sum X-Factor væl við, sigur Eyðun Joensen, sum heldur, at fordómarnir í samband við X-Factor eru linkaðir.

- Nú tora fólk at siga, at tey fylgja við í X-Factor, og tey skammast ikki. Onkursvegna er tað blivið minni ófínt at játta, at mann hyggur eftir tí, sigur Eyðun Joensen. Hann heldur, at X-Factor er blivið so væl umtókt, av tí at talan er um eina sending, sum á ongan hátt setir krøv til hyggjararnar.

- Tá vit hyggja eftir X-Factor, kunnu vit taka okkum av løttum, seta okkum væl til rættis í sofuni og njóta eina dagdvølju, meðan vit kunnu gera viðmerkingar, uttan at tað bindur okkum, sigur Eyðun Joensen.