Her heima er eingin tilburður av listeria-bakterium staðfestur, men illgruni er um, at listeria-bakterian, sum hevur elvt til ótta í Danmark, kann vera í nøkrum matvørum.
Við Kringvarpið segði Jørgen Jørgensen, slaktari hjá Miklagarði, at tey ikki vilja taka nakran váða yvirhøvur, og at tí afturkalla níggju sløg av matvørum. Hesi eru Hamburgarryggur, skinka, rullupylsa, oksabringa, saltkjøt, kálvarrullupylsa, luksus speygupylsa, roykt filet og neytaspeygupylsa við osti.
Talan er um matvørur, sum eru pakkaðar frá 28. apríl til 7. august.
Kundar, sum hava keypt hesar matvørur, skulu tveita matvørurnar burtur, ella venda sær til Miklagarð við vøruni.