Miklagarður afturkallar kalkunkjøt

 

Danska matvørueftirlitið hevur funnið salmonella í kalkunkjøti frá fronskum veitara. Vøran er eisini seld í Miklagarði

 

Hevur tú keypt kalkunkjøt í Miklagarði seinastu vikuna, so ræður um at vera ansin.

 

Miklagarður boðar nevnliga frá, at tey hava fingið bráfeingis boð frá danska matvørueftirlitinum, sum hevr staðfest salmonella í kalkunkjøti frá einum fronskum veitara.

 

Tað eru funnin Salmonella Typhimurium i einari sending av kalkunbringu. Heitt verður á kundar um at koma aftur við kjøtinum ella at beina tað burtur, skrivar Miklagarður í tíðindaskrivi. Lagt verður afturat, at kundar sjálvandi fáa peningin fyri vøruna afturgoldnan.

 

Talan er um hesar vørur (seldar seinastu vikuna):

Kalkunbringu

Marineraða kalkunbringu

Kalkuntermingar

Kalkunsnitslar

Kalkun-tournedo