Miklagarður umbyggjast

Fruktin í Miklagarði í SMS fer í framtíðini at halda sær betur, sambært stjóranum í SMS, Niels Mortensen. Miklagarður í SMS fer um hálvan januar at broyta Frukt & Grønt deildina, men hóast hon gerst minni, verður hon betur

Umbygging


Vikuskiftini trý og fýra fer ein minni kollvelting fram í Miklagarði í SMS. Frukt og Grønt deildin í handlinum skal nevniliga umbyggjast. Frukt og grønt deildin verður tó minni enn hon er nú, men hon kemur bara at umfata frukt og grønt og ikki nakað annað, sigur stjórin í SMS, Niels Mortensen.

? Vit fara at fáa tað, sum danir kalla >>forstøvning<<, greiðir Niels Mortensen frá.

? Hetta syrgir fyri, at fruktin og grønmeti heldur sær longur. Nýtt gólv skal eisini leggjast á.