Miklagarður sum Føroya nýggja matmekka

Í morginári klokkan 9 letur Miklagarður í SMS upp í nýggjum hami.

– Hetta verður ein handil við heilt øðrvísi keypsupplivingum, enn vit áður hava sæð í Føroyum. Úrvalið verður enn størri, og serligur dentur verður lagdur á, at vøran skal vera so nýggj og fesk sum gjørligt, skrivar SMS í tíðindaskrivi.

Miklagarður hevur nú verið stongdur í fýra vikur, og í meðan hava stórar umvælingar verið gjørdar til tess at broyta handilin og gera hann kláran til fleiri og nýggjar vørur.

– Miklagarður verður eitt sokallað matmekka, har føroyingar fara at fáa so at siga alt teimum tørva á einum stað, skrivar SMS.