Teir havnarborgarar, ið vanliga keypa inn í Miklagarði, mugu leita sær eftir einum nýggju matvøruhandli í september. Tí tá stóri matvøruhandilin í SMS letur dyrnar aftur leygardagin, verða tær stongdar fyri viðskiftafólkum tær næstu fýra vikurnar.
Orsøkin er, at handilin komandi vikurnar skal dagførast og tí er neyðugt at steingja hann. Niels Mortensen, stjóri í Miklagarði, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at talan verður um eina stóra umbygging.
- Tað eru trettan ár síðan, at Miklagarður síðst bleiv dagførdur, so nú føla vit, at handilin trongir til tí stóru umbyggingina aftur. Har verður alt skift út og næstan einki verður eftir av tí, ið er í handlinum í dag, sigur Niels Mortensen, stjóri í Miklagarði.
Trettan ár er long tíð í einari vinnu, ið er merkt av, at matvanar hjá brúkarum broytast so líðandi. Kundarnir kunnu eisini væntað, at nýggi Miklagarður fer at endurspegla broyttu matvanarnir hjá føroyingum síðan seinastu umbygging.
- Tað verður ein super modernaður matvøruhandil á altjóða støði, ið letur upp aftur í september. Vit hava nýggjar vørubólkar, frukt og grønt fær ein størri leiklut í handlinum og økologi og veganmatur fær betri betri rúm í handlinum, sigur Niels Mortensen.
Tá ein stórur matvøruhandil steingir í nakrar vikur fer tað sjálvandi at leggja eitt ávíst trýst á hinar matvøruhandlarnar í býnum, tá hundraðtals kundar skulu finna ein nýggja handil at keypa inn í. Tað eru tey eisini greið yvir í samtakinum, og tí verða fleiri vørur koyrdar út í hinar matvøruhandlarnar hjá samtakinum.
- Hesa tíðina verður meira kjøt og annað koyrt út til Bónus handlarnar í Havn, so at kundarnir framhaldandi kunnu fáa fatur á vørum, meðan Miklagarður verður umvældur, sigur Niels Mortensen.
Eftir ætlan verður Miklagarður stongdur í fýra vikur, meðan arbeitt verður við at umvæla og dagføra hann.

Miklagarður skal dagførast – steingir í fýra vikur












