Miklagarður fekk átalu fyri at lýsa við misvísandi tilboði

Talan var um eina lýsing fyri tannkrem, sum sá betri út, enn tað var

Miklagarður lýsti í 2017 við tannkremi fyri ein bíligan penga. Men tilboðið sá betri út, enn tað var, tí lýst varð við skeivum fyrrprísi. Hetta er komið fram í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Brúkaraumboðnum fyri 2017-18. 

Ein kundi, sum ansaði eftir feilinum, kærdi til Brúkaraumboðið. Brúkaraumboðið bað Miklagarð í Tórshavn um at skipa marknaðarføringina soleiðis, at mistøk í lýsingum um tilboð ikki henda.

Miklagarður svaraði Brúkaraumboðnum, at talan var um eitt menniskjaligt mistak, og at slík mistøk koma fyri. Men álagt varð eisini Miklagarði at rinda kundanum peningin aftur, um ein kundi ger vart við tílíkar feilir. 

Brúkaraumboðið hevur lagt Miklagarði eina við at upplýsa rættar fyrrprísir og biður handilin um at skipa mannagongdir, so slík mistøk ikki henda framyvir.

Í lógini um marknaðarføring er ásett, at tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vøruni, og tað er sjálvandi eitt krav at hesin er rættur. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.