Mikladalur og Trøllanes hava nú fingið hvør sítt vatnverk Fyrradagin fingu bæði Mikladalur og Trøllanes hvør sítt vatnverk. Klaksvíkar kommuna hevur við hesum í alt 5 vatnverk, og harvið fáa allir íbúgvar í Klaskvíkar kommunu reinsað vatn úr kránunum.
Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, og formaðurin í teknisku nevnd, Kristian Fr. Olsen, høvdu orðið í báðum bygdunum, og Kristian Fr. Olsen setti bæði vatnverkini í gongd.
Reinsiútbúnaðurin á báðum vatnverkunum er tvey sandfiltur og tvey UV-filtur. Sandfiltrini eru av slagnum KINETICO. Tey eru einans stýrd av vatnstreymi, og tí er ikki neyðugt við luft ella ravmagni.
Vatnverkið klárar at reinsa 240 rúmmetrar um døgnið.