Klaksvíkar kommuna skrivar, at talan er bæði um frásøgn, gongutúr, felagssang og drekkamunn.
Markus í Norðnástovu fer at hugleiða um lívið fyrr og nú. Síðan verður farið ein gongutúr í bygdini, og aftaná verður sangur og drekkamunnur inni í avhaldshúsinum í Mikladali.
Tiltakið verður mikudagin 30. apríl og byrjar kl. 16.30. Øll eru vælkomin.
Tey sum ikki búgva á Kalsoynni, kunnu taka túrin við Sam kl. 15.30 og til ber at taka túrin heimaftur kl. 18.50.