Miklos varð føddur í býarpartinum Buda í ungarska høvuðsstaðnum Budapest 7. august 1938, og hann doyði nú 21. februar, 65 ára gamal. Hann fekk útbúgving sum sivilverkfrøðingur og varð leiðari av sjónleikateknisku útbúgvingini á filmsakademiinum í Budapest. Seinni gjørdist hann tekniskur stjóri á ungarska Tjóðleikhúsinum.
Konan og hann fóru úr Ungarn nakað eftir uppreisturin í 1956, sum Sovjetsamveldið bardi niður, og fyrst í sjeytiárunum komu tey til Malmø, har hann í fleiri ár var sjónleikatekniskur leiðari á býarleikhúsinum. Í 80-árunum fluttu tey til Noregs, og har hevði hann ein stóran leiklut í endurreisnini av Tjóðleikhúsinum í Oslo eftir eldsbrunan.
Hann var í sjeyti-, áttati- og nítiárunum roknaður fyri at vera ein leiðandi serfrøðingur í funktiónsteknikki í mentanarútbúnaði. Tað gjørdi, at hann virkaði sum ráðgevari í fleiri stórum prosjektum innanfyri leikhús, m.a. í Oslo, Reykjavík og Keypmannahavn. Somuleiðis var hann høvuðsráðgevari, tá Vetrarolympiadan varð hildin í Lillehammer í Noregi í 1994.
Miklos var giftur við Cecília, sum eisini er úr Ungarn. Hon er sjónleikari og starvast sum dramaturgur á Norska Leikhúsinum í Oslo.
Tilknýti hansara til Føroyar kom, sum longu nevnt, við Norðurlandahúsinum. Hann var ráðgevari hjá arbeiðsbólkinum, sum gjørdi avgerðarstøðið fyri Norðurlandahúsið. Somuleiðis var hann ráð-gevari fyri arkitektakappingina, ráðgevari hjá bygginevndini, og hann prosjekteraði sjálvur teknikkin í húsinum. Í fleiri ár eftir, at húsið var liðugt, var hann ráðgevari á tekniska økinum. Hansara spesiali var fleirfunktiónsrúm sum td. Norðurlandahúsið.
Miklos var tí nógvar ferðir í Føroyum. Hann var sera væl dámdur, blídligur, fyrikomandi og mentaður maður.
Tá kommunisman fall í 1989-90 fekk Miklos aftur møguleika at vera virkin í Ungarn, og hann virkaði har, líka til hann doyði. Hann var høvuðsráðgevari, tá Ungarska Tjóðaroperan varð renoverað.
Miklos var sjúkur tey seinastu árini. Cecília og hann fingu tveir synir, Chaba og Bence. Teir búgva báðir í USA.