KÍ venjarin Mikkjal Thomassen var ikki nøgdur eftir stóra fýrverki í góðveðrinum í Gundadali mikukvøldið.
Hann iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist hansara monnum at fáa størri úrtøku enn eitt stig:
-Eftir at HB hevði lagt seg á odda 1-0, høvdu vit 35 gyltar minuttir, og tá skuldu vit havt skorað fleiri enn tvey mál og harvið avgjørt dystin okkum til fyrimunar. Vit høvdu fleiri góðar møguleikar, og vit misnýttu brotsspark. Teitur Matras Gestsson var sera væl upplagdur og bjargaði fleiri ferðir, tá ið møguleikin var heilt stórur, sigur KÍ venjarin.
Men so ásannar Mikkjal Thomassen, at tað eisini kundi havt koppað til fyrimunar fyri HB:
-Vit bjargaðu á stikuni í seinna hálvleiki. Tað ber ikki til hjá nøkrum liði at avrika allar 90 minuttirnar soleiðis, sum vit gjørdu ein stóran hálvan tíma í fyrra hálvleiki, og tað ber ikki til at halda einum so góðum liði sum HB frá málmøguleikum. Tá ið tað at enda var neyðugt at seta eyka trýst á fyri at skora sigursmálið, orkaðu vit tað ikki, sigur KÍ venjarin.
HB venjarin Jens Berthel Askou er sera væl nøgdur við sítt lið:
-Spælararnir vóru heilt pøstir eftir síðsta bríksl. Teir orkaðu ikki at svara mær, tá ið eg í skiftirúminum tosaði við teir. Fyri at hava eitt sindur av royndum á vøllinum, vóru vit noyddir at seta hjálparvenjaran inn. Annars vóru tað bara ungir dreingir á okkara beinki, meðan KÍ hevur landsliðsspælarar at seta inn, sigur Jens Berthel Askou. Hann rósar 16 ára gamal Samuel Johansen Chukwudi fyri sera sannførandi avrik í HB miðverjuni.
-At Heðin Hansen og Delphin Tshiembe eru skaddir bar við sær, at tað var neyðugt at geva Samuel møguleikan, og tí var eg ikki bangin fyri. Síðstu mánaðirnar hevur hann ment seg frá at vera drongur og til at vera ungur maður. Vit eru øll greið yvir, hvørji evni eru í honum, og síðsta hálva tíman átti hann vøllin, sigur væl nøgdi HB venjarin, og so leggur hann aftrat.
-So leingi sum einki lið vinnur ímóti okkum, so halda vit tørn í toppinum, og tað kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, at vit megnaðu at halda tørn ímóti KÍ, sum hevur so nógvar góðar spælarar, sigur Jens Berthel Askou.