Nógv bendir á, at leiðslan í KÍ ynskir at fáa Mikkjal Thomassen sum venjara til komandi kappingarár. Fyrrverandi meistaravenjarin hjá B36 váttar fyri in.fo, at hann er í samráðingum fyri KÍ, men tað verður undir ongum umstøðum í ár, at hann tekur við.
Les eisini: KÍ í samráðingum við venjara
- Vit hava tosa saman, um at eg skal venja KÍ til komandi kappingarár. Vit hava havt samráðingar, men tær eru ikki komnar á mál enn, sigur Mikkjal Thomassen við in.fo.
Les eisini: Eyðun Klakstein skjýtur við skørpum
Tað var Norðlýsið, sum fyst skrivaði, at Mikkjal Thomassen og KÍ vóru í samráðinum. Í gjár vann KÍ óvæntað á B36 í Gundadali. Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ, nýtti eisini høvið at senda eina heilsu til tey, sum ikki hava trú upp á felagið seinastu tíðina.
Les eisini: Fótbóltspanelið viðgerð tíðindini um KÍ leiðsluna
Mikkjal Thomassen er 38 ára gamal og hevur verið venjari hjá B36. Besta úrslitið fekk hann í 2011, tá B36 vann FM við met nógvum stigum.










