TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi fyri Rás2 við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, aftaná Mikkjal hevði sæð sínar menn tapt 1-2 ímóti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi.
Arnbjørn Hansen bleiv við tveimum málum munurin millum liðini, og júst Arnbjørn hevði Mikkjal Thomassen ávarðað sínar menn um, men til onga nyttu í dag.
Mikkjal Thomassen staðfestir, at KÍ manglar sjálvsálit fyri tíðina, og tað er nakað sum liðið má arbeiða við.
Ímóti HB í farna umfari koma KÍ eisini á odda 1-0, men gav intiativið frá sær og tapti 1-2, og tað er ein gongd, sum má broytast hjá KÍ.