Næstbesta liðið hjá KÍ vann í kvøld stóran sigur í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36.
Klaksvíkingar vunnu 4-0. Eftir fyrra hálvleik var 2-0. Fýra minuttir eftir steðgin økti KÍ til 3-0, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá gestunum fór at verða. Fram ímóti dystarenda skoraði Hjalgrím Elttør, og so vann I 4-0.
Tá ið havt verður í huga, at B36 hevði onkrar, sum hava spælt nógv á besta liðnum, millum teir fyrstu ellivu, so var sigurin kanska óvæntað stórur. Millum teir fyrstu ellivu hjá B36 vóru Benjamin Heinesen og Hannes Agnarsson. Hjá KÍ vóru Steinbjørn Olsen og Jonn Johannesen á vøllinum í kvøld.
22 ára gamli Mikkjal á Bergi skoraði øll trý tey fyrstu málini. Hann hevur onkra løtuna verið á besta liðnum hjá klaksvíkingum, men fyri tað mesta hevur hann verið á næstbesta liðnum. Har hevur hann higartil í ár spælt 15 dystir, og í kvøld var hann fyrstu ferð millum málskjúttarnar. Og tað var ikki hissini, tí í ein stóran hálvan tíma skoraði hann trý mál.
At klaksvíkingar vunnu, meðan 07 Vestur tapti á heimavølli ímóti B68 ber við sær, at nú er KÍ á triðja plássi. KÍ og 07 Vestur hava bæði 38 stig. Málmunurin hjá KÍ er +23, og hjá 07 Vestur er hann +16.