Mikkjal var einasti føroyingurin sum fekk stig í Noregi

Fredrikstad leikti javnleik á heimavølli á 120 ára stovningardegi felagsins

Hetta gjørdist ikki eitt gott umfar hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Ígjár taptu Rógvi Baldvinsson, Noah Mneney og liðfelagarnir í Bryne 1-2 fyri Ranheim, og Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF taptu 0-2 fyri Sogndal.

 

Í dag vóru Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen eisini fyri tapi. Meinhard spældi allan dystin, tá Mjøndalen á útivølli tapti 0-2 fyri Kongsvinger.

 

Liðið sum Mikkjal Thomassen, Frederikstad spældi á 120 ára stovningardegi felagsins javnleik 1-1 móti Moss á heimavølli. 

 

Riki Alba legði Fredrikstad á odda tá 17 minuttir vóru leiktir av dystinum. Fredrikstad var leingi á sigurskós, men tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini spilti Sebastian 120 ára føðingardagsveitsluna við at javna til 1-1, ið bleiv endaliga úrslitið av dystinum.

 

Jóannes Bjartalíð var ikki við í hópinum hjá Fredrikstad í dag. 

 

Fredrikstad hevur fýra stig aftaná tvey tey fyrstu umførini. Sandnes ULF og Bryne hava trý stig hvør, og Mjøndalen hevur eitt stig.

 

Komandi leygardag tekur Sandnes ULF móti Ranheim á heimavølli. Dagin eftir spælir Bryne á heimavølli móti Start Kristiansand, og mánakvøldið 24. apríl verður føroyingauppgerð, tá Meinhard og Mjøndalen taka ímóti Fredrikstad á heimavølli.