Mikkjal vann í yvirtíðini í fyrsta dystinum í Allsvenskuni í 2025

AIK Stockholm tryggjaði sær sigurin i 92. minutti

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm fekk eina framúr góða byrjan upp á kappingarárið í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.

 

Dysturin var ímóti GAIS, og var leiktur á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg.

 

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0. Men tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat stútaði kosovanski miðvallarin, Bersant Cellina bóltin í netið fyri AIK, og so kundu stokkhólmarnir stórfegnast um at fáa trý stig við sær til høvuðsstaðin.

 

Mikkjal kundi ikki ynskt sær eina betri byrjan upp á kappingarárið.

 

Hagtølini vístu eina lítla yvirvág í spæli og málmøguleikum til GAIS.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 tekur AIK móti IFK Norrköping á Strawberry Arena leikvøllinum.