Føroyingauppgerð var í Noregi í dag.
Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad vann greiðan 3-0 sigur á Meinhard E. Olsen og hansara liðfeløgum í Mjøndalen. Øll málini komu í fyrra hálvleiki.
Meinhard var einasti føroyingurin á vøllinum í dag.
Gullbrandur Øregaard var við frá byrjan hjá Sandnes ULF, ið vann stórsigur 5-0 á Vard Haugesund. Í steðginum var Sandnes á odda 1-0.
Noah Mneney og Rógvi Baldvinsson byrjaðu báðir inni fyri Bryne, ið tapti 0-2 fyri Haugesund. Í steðginum var støðan javnleikur 0-0.