Mikkjal trýr enn uppá møguleikan (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 3-1 á Víkingi í Sarpugerði, og hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen og Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi seta orð á dystin.

##med2##

KÍ helt lív í lítlu FM-vónini við at vinna góðan 3-1 sigur á Víkingi. KÍ er sjey stig aftanfyri HB, ið hevur 65 stig. KÍ hevur ein dyst til góðar, men má hava hjálp frá TB sunnudagin. Samstundis má KÍ vinna á NSÍ við Løkin í Runavík.

Víkingur - KÍ 1-3 (1-1)
Jonn Johannessen 0-1 (7.)
Sølvi Vatnhamar, br.sp. 1-1 (15.)
Ísak Simonsen 1-2 (70.)
Ole Erik Midtskogen 1-3 (90.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fýra málunum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum heldur, at tað var eitt gott avrik av væl slitnum KÍ-arum at knógva heim ein 3-1 sigur. Mikkjal slær fast, at teir í KÍ trúgva enn uppá, at HB kann snáva, men so mugu teir í KÍ greiða sín setning fyri at kunna fáa eina FM-finalu norðuri í Klaksvík, leygardagin 7. november.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi, ið heldur, at stóri munurin var, at KÍ-arnir vóru neyvari í teimum avgerandi støðunum, og tí koppaði dysturin til útiliðið.

 

 

(Víkingur-KÍ 1-3 (1-1) - Hoyr málini og samrøður við Mikkjal Thomassen og Gunnar Vatnhamar)