Fótbóltur
Líka síðani kappingarlok hevur ljóðað, at eitt tað ovasta navnið á ynskislisstanum hjá EB/Streymi var Mikkjal Thomassen, sum annars hevur spælt í B36 síðani 1998.
Og nú skuldi tað verið heilt víst. Sjálvur sigur Mikkjal seg ikki hava nakra viðmerking um, hvar hann spælir fótbólt komandi kappingarár, men sum skilst, so er tað nú bert undirskriftin, sum restar í, áðrenn hann formliga verður EB/Streyma spælari.
Og tað er einki at ivast í, at hetta er sannur fongur fyri EB/Streym. Í mun til árið í fjør, so hevur liðið mist Símun Eliasen á sentrala miðvøllinum, og tað holið er mest sum upplagt hjá Mikkjali at fylla. Til sentralu plássini hevur EB/Streymur eisini Ronnie Samuelsen, Bárð Olsen og Høgna Zachariassen, men bæði Bárður og Høgni kunnu eisini spæla sum bakkar, so hetta verður í ringasta føri ein positivur trupulleiki hjá venjaranum.