Kiev, Ukraina: Mikkjal Thomasen luttók ikki í venjingini hjá landsliðnum í gjárkvøldið. Hann hevur havt trupulleikar við hælsinuni í longri tíð, og hetta hevði við sær, at hann stóð uttanfyri vøllin meðan restin vandi.
Mikkjal Thomassen varð eisini útskiftur í dystinum móti Fraklandi, og til venjingina í gjár dugdi Jógvan Martin Olsen ikki at svara fyri, hvørt Mikkjal verður klárur mikudagin ella ikki.
Greitt er tó, at Súni Olsen er leikbannaður. Her tykist Atli Danielsen at vera mest upplagdi avloysarin, meðan Tem Hansen er eitt gott boð upp á eitt alternativ til Mikkjal Thomassen.
Hvussu er og ikki, má Jógvan Martin Olsen manna miðvøllin øðrvísi enn hann gjørdi móti Fraklandi, og tá – tann í landsliðshøpi – óroyndi Rókur av Fløtum Jespersen fyri so vítt er einasti leikarin av hinum, sum kann spæla mitt á, er trupult at síggja aðra loysn upp á miðvallartrupulleikan enn omanfyri nevndu.
Avboð, avboð og avboð
At Mikkjal er ivasamur kemur sjálvsagt illa við hjá Jógvan Martin Olsen. Avboð, skaðar og sjúka hevur havt við sær, at hann má síggja burtur frá fleiri leikarum til dystin mikudagin. Leikarar, sum annars hava verið meiri og minni fastur partur av hópinum. Hesir eru Óli Johannesen, Jákup á Borg, Pauli G. Hansen, Sámal Joensen, Ingi Højsted, Atli Danielsen og Marni Djurhuus.
Harnæst koma avboð frá Kára Nielsen, Herbert í Lon Jacobsen og Hans Paula Samuelsen, leikbannið hjá Súni Olsen og at Fróði Benjaminsen var eftir í Føroyum av persónligum áðum.