Mikkjal Thomassen, B36:
Steypakappingin: (taptu 0-1 ímóti Víkingi)
- Vit vistu, at tað í steypakappingini fór at verða 50/50. Vit høvdu gott tak á teimum í fjør. Nú høvdu teir heimavøll og vit høvdu kanska størri kjansir, men alt í alt 50/50. Úrslitið er ikki nakað, vit gráta um. Tað eru eisini positiv ting við ikki at koma langt í steypakappingini, tað sóu vit jú í fjør. Vit gjørdu okkara besta, men tað fall ikki til okkara fyrimun. Vit gjørdu greitt undan kappingarárinum, at steypakappingin avgjørt hevði lægstu raðfesting, sigur meistara-venjarin.
Landskappingin: (sjey stig eftir tríggjar dystir)
- Vit eru væl nøgdir við kappingarbyrjanina. Sjey stig fyri tríggjar dystir er gott samasvarandi við átta stig fyri fýra dystir í fjør. Tilgongdin hevur verið góð, men týðandi leikarar hava verið skaddir. Jákup á Borg, Høgni Eysturoy, Ingi Højsted eru skaddir og eisini Atli Danielsen hevur havt trupulleikar við rygginum. Vit eru optimistiskir og gerast sterkari sum apríl-mánaði líður, sigur Mikkjal Thomassen.