Mikkjal: Taptu uppiborið men málini níva (FM1)

(FM1) Hoyr stutta samrøðu við høvuðsvenjaran hjá KÍ um 0-3 tapið fyri Bodø/Glimt á útivølli

##med2##

 

Krútsterka norska meistaraliðið, Bodø/Glimt sum rakk langt í evropeiskum fótbólti farna kappingarár vóru ov sterkir fyri føroyska meistaraliðnum, KÍ á heimavølli í Bodø. Bodø/Glimt vann 3-0, og hevur norska liðið eitt framúr gott útgangsstøðið til returdystin í Champions League undankappingini í Klaksvík komandi týskvøld. 

 

Bodø/Glimt – KÍ 3-0 (2-0)

 

1-0: Victor Boniface 11.

 

2-0: Victor Boniface 31.

 

3-0: Victor Boniface br 58.

 

Í stuttari samrøðu við FM1 staðfestir høvuðsvenjarin hjá KÍ, at Bodø/Glimt var greitt tað betra liðið, men málini níva Mikkjal. Fyrst við tvey tey fyrstu málini har bólturin ikki verður nóg væl ruddaður burtur. Í samband við triðja málið er Mikkjal ósamdur við dómaran, ið dømdi brotsspark tá bólturin tók í armin á Mads Bo Mikkelsen. Hetta kendist vera øgiliga harður dómur. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðuna við Mikkjal Thomassen. 

 

Samrøða við Mikkjal Thomassen

Samrøða við Mikkjal Thomassen