Í 2001 tók Mikkjal Helmsdal við stjórasessinum í Sjónvarpi Føroya. Hann var virkin í felagnum, Vita Margarin, men nýggja starvið í SVF hevði við sær, at hann tók seg úr Vita Margarin.
-Tað er prinsipielt skeivt, at leiðslur innan fjølmiðlarnar røkja onnur størv ella nevndarsessir, sum kunnu seta trúvirðið hjá stovninum í vanda, heldur stjórin í Sjónvarpi Føroya, Mikkjal Helmsdal.
Hann greiðir frá, at í SVF eru greiðar ásetingar um hvørji hjástørv leiðslan og starvsfólkini á stovnunum kunna hava.
-Tað er avgerandi, at greiður skylnaður er millum fjølmiðlarnar og onnur áhugamál. Vit hava greiðar ásetingar um, at starvsfólkini ikki eiga at vera í nevndum og hava varðandi størv á øðrum stovnum. Hesin politikkur fær eisini stóran stuðul millum starvsfólkini í sjónvarpinum, greiðir Mikkjal Helmsdal frá.
Hann leggur afturat, at endamálið við hesum politikki er, at starvsfólk í SVF ikki hava ein avgerandi leiklut á stovnum í føroyska samfelagnum, sum SVF dagliga viðgerð, tí tað skaðar trúvirðið hjá Sjónvarpi Føroya.
Balansu gongd
Eftir Leivur Hansen varð noyddur at lata borgarstjórasessin í Tórshavnar kommunu við ársbyrjan 2001, hevur hann starvast í SVF. Nógv hava sett spurning við um, tað er rætt, at Leivur Hansen-sum er virkin tjóðveldispolitikkari er partur av tíðindaredaktiónini hjá SVF.
-Skrivið, har vit gjørdu greitt, at starvsfólk á stovnunum ikki eiga at hava onnur hjástørv, kom í gildið eftir, at Leivur Hansen var komin aftur í starv. Tú kanst tí siga, at vit byrjaðu ikki við sløttum borði. Tað vil kortini altíð verða ein balansugongd, sum redaktiónsleiðslan má taka støðu til, vísir Mikkjal Helmsdal á.
Tvey farloyvi
Løgtingsmenninir, Høgni Hoydal og John Johannessen eru í løtuni báðir í farloyvi úr SVF. Spurdur um, hvørja støðu SVF hevur, um hesir velja at venda aftur í SVF, svarar Mikkjal Helmsdal, at tað er greitt, at hvørgin teirra alt fyri eitt kann byrja at arbeiða við politikki, men verða noyddir at framleiða annað tilfarð
.
Hvussu rúm tíð sleppur at ganga, áðrenn teir sleppa at framleiða tíðindi aftur`?
Hatta er eisini ein spurningur, sum redaktiónsleiðslan má meta um. Eg kann hugsa mær, at metingin verður gjørd eftir í hvussu stóran mun teirra politiska image hongur við.
Er talan um ein floksformann í 8-10 ár, so verður ógvuliga torført hjá honum at viðgera politikk aftur. Eitt dømið er Øssur Winthereig, sum stillaði upp fyri Verkmannafylgingina. Í tí málinum mettu vit, at hansara image, sum politikkari ikki hekk við longur,og tí fekk hann starvið sum tíðindaleiðari, sigur Mikkjal Helmsdal at enda