Mikkjal: Soleiðis takla vit Young Boys

Champions League: KÍ hevur lagt eina ætlan fyri at takla Young Boys, sum er í einum flokki fyri seg

Í 2017 megnaði KÍ at spæla málleysan javnleik á heimavølli móti AIK Stokholm í fyrstu royndini í Evropa-fótbólti í fleiri ár. KÍ liðið var væl fyrireikað og venjarin hjá AIK, Rikard Norling, var bilsin eftir dystin.

Í returdystinum var ongin náði. Longu aftaná eitt korter var støðan 3-0 og tað endaði við 5-0 sigri til AIK. Hesa støðuna vil Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, ikki kom í eina ferð afturat. Young Boys er eitt væl sterkari lið, sum er trýfaldur meistari í Sveis, og tað kemur javnan fyri, at liðið er væl á odda longu í fyrra hálvleiki.

- Fimtan teir fyrstu minuttirnar eru teir mest intensu í einum dysti. Vit blivu trumlaðir niður móti AIK, men tað skulu vit klára okkum forbíð í dag. Koma vit forbí tað, so byrja onnur ting at spæla inn. Mótstøðuliðið byrja at leita og gera onnur ting. Tað hava vit upplivað í Evropa fyrr, sigur Mikkjal Thomassen úr telefonini í Bern.

Fóru til Sveis fyrra partin

KÍ fór úr Klaksvík fyrrpartin í gjár og vandi á Stadion Wankdorf um kvøldið. Í dag hevur liðið havt eina lætta venjing, og hevur annars fyrireikað seg til dystin móti klárt sterkasta liðnum í Sveis. Hóast mótstøðan er møtumikil, so hevur KÍ eina ætlan.

- Tað eru nógv ting, sum vit skulu gera í kvøld. Young Boys skorar nógv mál upp á umstillingar. Vit skulu tryggja okkum ikki at koma í tær støðurnar, tí so hava vit tikið helmingin av málunum, sum teir vanliga skora burturúr. Vit eru kanska sterkari enn teir á deyðbóltum, sjálvt um teir eru sterkir. Skulu teir skora, so skal tað verða tí teir klára at bróta okkum niður sigur Mikkjal Thomassen, og leggur afturat:

 ##med2##

- Vit ætla at skapa nakrar løtur, sum eru til okkara fyrimun. Vit kunnu í summum førum fáa teir at sparka langt. Tá síggja vit nakrar støður, sum kunnu útnytta. Tá teir hava deyðbóltar, so ætla vit eisini at fara fram í eitt trýst, tí vit halda at vit kunnu skapa nakrar støður burturúr tí, sigur venjarin hjá KÍ. 

Young Boys spælir væl

Venjarin hjá KÍ leggur dent á, at talan er um sterka mótstøðu, sum spælir væl og hevur fleiri spælarar við nógvari ferð. Ein teirra er stjørnuáleyparin, Jean-Pierre Nsame úr Kamerun. Hann skoraði ikki færri enn 32 mál í 32 landskappingardystum í júst farna landskappingarári.

- Jean-Pierre Nsame er heilt ótrúliga góður. Hann er eitt heilt studie vert. Vit skulu verða klárir upp á hvussu hann flytur seg, og steðga forsýningslinjurnar til hann. Hann er góður og skorar nógv mál, um tú ikki ansar eftir honum, sigur Mikkjal Thomassen.

 ##med3##

Hann leggur afturat, at Young Boys bæði kann verða tolið í uppspælinum og spæla skjótt, tá tað er brúk fyri tí. Vengurnir kom inn á miðvøllin, meðan bakkarnir koma framvið.

- Teir spæla tolið og eru flótandi í spælskipan. Teir skifta nógv pláss og liðini í Sveis hava trupult við at hava tamarhald á teimum. Teir kunnu eisini spæla skjótt í longdarrættning og hava nógva ferð á liðnum. Tað er ikki óvanligt, at teir spæla skjótt og klára at koma í feltið við fleiri spælarum, sigur Mikkjal Thomassen.

Dysturin millum Young Boys og KÍ verður í kvøld klokkan 19.15. Talan er um helst sterkasta mótstøðuliðið hjá KÍ nakrantíð. Seinast KÍ var i Champions League var í 2000, tá mótstøðuliðið var Reyða Stjørna úr Beograd í Serbia.

Helst sterkasta mótstøðan nakrantíð

Í nýggjari tíð hava mótstøðuliðini talt AIK Stokholm úr Svøríki og í fjør Luzern úr júst Sveis. Her tapti KÍ tepurt 1-0 í Sveis og 1-0 á Svangaskarði. Luzern bleiv nummar seks við 46 stigum í ár, meðan Young Boys á triðja sinni er vinnari av sveisisku Superliguni. Hesa ferð við 76 stigum.

 ##med4##

Young Boys spældi sín seinasta landskappingardyst 3. august, og felagið vann seks teir seinastu dystirnar móti kappingarenda. Síðani hevur felagið spælt tveir dystir í steypakappingini. Her vann Young Boys eftir longdaleiktíð á Luzern, og í hálvfinaluni vunnu teir 3-1 á Sion. Steypafinalan í Sveis verður sunnudagin 30. august móti FC Basel.

Liðið er sett

KÍ verður uttan Ísak Simonsen, sum hevur sitið nakað uttanfyri í seinastuni. Hann merkir eitt strekk í tjúkkanum og situr yvir. Tað gera nýggju útlendsku spælararnir eisini. Abubakar Ibrahim Aliyu er júst komin til Føroya og venur fyri seg sjálvan fyribils.

 

KÍ hevur so seint sum í gjár spurt eftir loyvunum hjá polska málverjanum, Lukasz Jarosinski, og slovanska miðvallaranum, David Skrbec, men tey eru ikki komin upp á pláss til hendan dystin. Teir eru báðir við á ferðini í Bern.

Í mál verður Kristian Joensen. Í miðverjuni verða Odmar Færø og Heini Vatnsdal. Á høgra bakki verður tað Jóannes Kalsø Danielsen, meðan Jesper Brinck verður á vinstra bakkinum. Hann er vanliga miðverji, men hevur góða ferð og er valdur at avloysa á vinstra bakki, tí Ísak Simonsen ikki er klárur.

##med5##

Á miðjuni verða Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic og Páll Klettskarð. Patrik Johannesen í vinstru og Jóannes Bjartalíð í høgru. Fremsti maður verður Ole Erik Midtskogen. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Kringvarpið vísur eisini dystin.