Mikkjal og Allan eru í finaluni

Teir báðir fyrstu luttakararnir í finaluni í karaokekappingini í Glitnir eru funnir. Tað vóru Allan Davidsen og Mikkjal Viderø, ið tryggjaðu sær finaluplássini.

Tónleikur

Fyrsta umfarið í karaokekappingini gekk sambært fyrireikarunum væl, og var somuleiðis væl vitjað.
So fitt av fólki fylgdi við tá, luttakararnir sungu tveir sangir í part. Hetta vóru sangir, ið luttakararnir sjálvir høvdu valt.
Dómsnevndin við Áka G. Andreassen, Kenneth Djurhuus og Terja Djurhuus, hevði eina trupla uppgávu, tí sambært tíðindaskrivi frá Glitnir og Áka G. Andreassen var sera tætt millum luttakararnar: Allan Davidsen og Mikkjal Viderø høvdu tó munin á hinum fýra luttakarunum og vórðu sendir í finaluna. Enn truplari var at meta um hvør skuldi eiga sigurin.
- Munurin á teimum báðum var ikki stórur, báðir sungu framúr, og framførslurnar vóru eisini góðar, skrivar Áki.
Dómaratrioin kom tó eftir, at Mikkjal Viderø átti munin og vann fyrsta umfarið av karaoke kappingini. Mikkjal og Allan skulu kappast við fýra onnur í finaluni 1 desember um vikuskiftisferðina frá Atlantic Airways til Keypmannahavnar við uppihaldi á Hotel Hilton.
2. umfar í kappingini verður nú hóskvøldið. Tekning ferð fram hjá Kenneth á 504334 ella hjá Terja á 268889, ella við at støkka inn á gólvið í Glitnir.