Mikkjal: Nú fái eg ikki fleiri burturvísingar

Rás2: Mikkjal Thomassen vitjaði Fótbóltspanelið á Rás2 til eitt prát um yrkisleiðina sum spælari og venjari í føroyskum fótbólti

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið, ið var partur av SportBoxini á Rás2 seinnapartin í dag.

 

Gestur í dag var Mikkjal Thomassen, ið hevur verið høvuðsvenjari hjá KÍ síðani 2015. Saman við vertinum, Tróndi Arge var gjøgnum leiðina hjá Mikkjal sum fótbóltsspælari og sum venjari í besti føroysku fótbóltsdeildini.

 

Nomið var eisini við ta mest umtalaðu støðuna í føroyska fótbóltsheiminum farnu vikuna, nevnliga tá Rúni Gaardbo, dómari vísti Mikkjali Thomassen burtur, ikki bara av vøllinum, men eisini av sjálvum stadionøkinum.

 

- Yngsti sonurin hjá mær græt tá eg var burturvístur, og tímdi als ikki at hyggja eftir dystinum tá eg bleiv burturvístur, greiðir Mikkjal Thomassen skemtandi frá, sum sigur at tað ganga trý ár millum burturvísingarnar í miðal.

 

Venjarin KÍ hevur eisini eitt ynski um, at Fótbóltssambandið má gera meiri við at stuðla feløgunum, soleiðis at tey kunnu framleiða betri spælarar. Hann vísir á, at tað ber illa til hjá feløgunum, sum í stóran mun hava sjálvbodna arbeiðismegi.

 

Um gongdina hjá KÍ staðfestir Mikkjal Thomassen, at KÍ enn er í einari menningartilgongd har stór framstig eru hend á vegnum. Um kritikkin viðv. útlendskum spælarum svarar Mikkjal Thomassen, at hann hevur roynt at byggja ein hóp upp, ið kann kappast við Víking, NSÍ, HB og B36 um FM-heitið, og tað er tað sum telur.

 

Mikkjal Thomassen vísir á, at størsta skiftið hjá einum føroyskum spælara er skiftið frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt. At gerast fullførur vaksnamannaspælari er ein menning, ið tekur 3-4 ár.

 

Mikkjal Thomassen lovar einki FM-heitið til mongu KÍ-fjeppararnar, men undirstrikar, at KÍ ætlar at verða við til at kappast um tað.