Mikkjal krevur broytingar

Samgongutingmaðurin Mikkjal Sørensen vil hava broytingar í fíggjarlógina, áðrenn hon verður endaliga avgreidd Fyrrapartin fer Løgtingið at hava triðju viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2009, men tá sleppa tingfólk væntandi eisini at taka støðu til í hvussu er eitt broytingaruppskot.

Undir viðgerðini í gjár bað javnaðartingmaðurin Mikkjal Sørensen fíggjarnevndina gera tvær broytingar. Í fyrra lagi vildi hann hava Løgtingið at játta Hvalbiar kommunu pengar til at brimskaða á havnarlagnum, og í øðrum lagi vildi hann hava 10 milliónir krónur til eina vakstrarætlan fyri Suðuroynna.

Mikkjal Sørensen vísti á, at Skálavíkar kommuna fær pening í sambandi við brimskaða, og hann helt, at Løgtingið eigur ikki at gera mun á kommunum í tílíkum høpi. Tí eigur Hvalbiar kommuna eisini at fáa stuðul, segði hann.

Um ta ætlaðu vakstrarætlanina fyri Suðuroynna segði tingmaðurin, at tað hevur verið semja í Løgtinginum um eina tílíka ætlan.

Javnaðartingmaðurin segði at enda, at kemur fíggjarnevndin ikki við hesum broytingum, kemur eitt broytingaruppskot til triðju viðgerð í dag.