Arbeiðið at gera undirlagið til standmyndina av Mikkjali á Ryggi er nú liðugt, og verður standmyndin avdúkað sunnudagin. Eisini verður søgu- og tónleikamyndin Vatnið vinnur harðar hellur framførd í Beitinum.
Standmyndin av Mikkjali á Ryggi verður avdúkað í sambandi við vestanstevnuna. Hátíðarhald verður beint eftir guðstænastuna í Miðvágs kirkju sunnudagin, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at prædika.
Eitt av tiltøkunum, sum verður á Vestanstevnu, er í beinleiðis sambandi við, at standmyndin av skaldinum verður avdúkað. Tað er søgu- og tónleikamyndin Vatnið vinnur harðar hellur, sum Musikkskúlin í Vágum og Tjóðpallurin settu upp í fjør, ið verður leiktur aftur nú. Leikurin verður sýndur í Beitinum í kvøld, leygardagin og sunnudagin.









