Tað er eingin, sum hevur sett so djúp spor eftir seg, tá ið tað ræður um menningina av samferðsluni í Føroyum síðani seinna heimsbardaga, sum Mikkjal Helmsdal, fyrrverandi landsverkfrøðingur.
Í dag, fríggjadagin 8. juli, eru tað hundrað ár, síðani hann varð føddur.
Mikkjal Helmsdal varð settur sum landsverkfrøðingur fyrsta apríl 1948. Tá var hann 31 ára gamal, og hann røkti starvið samvitskufult og við stórum áræði og myndugleika fram til 1988, tá ið hann 72 ára gamal takkaði fyri seg. Tá hevði hann verið landsverkfrøðingur í meiri enn fjøruti ár.
Mikkjal var fakligi myndugleikin, sum spældi saman við politiska myndugleikanum og gav politiska myndugleikanum kvalifiserað mótspæl. Hetta var ikki bara sum at siga tað, men politikarar, fakfólk og so mong onnur góvu Mikkjali tað skoðsmál, at hann megnaði leiklutin óvanliga væl. Hann syrgdi fyri, at langtíðarætlan varð gjørd fyri alt infrakervið í fimmti árunum, og hann var meistari fyri, at landsvegalógin varð sett í gildi í 1972. Harvið varð staðfest, at landið ger og heldur landsvegirnar, og at landsverkfrøðingurin er vegamyndugleiki landsins.
Hetta vóru týdningarmikil amboð í stríðnum at menna samferðslukervið - vegir, tunlar, brýr, havnir og lendingar.
Mikkjal var oddamaður, tá ið stovnurin hjá landsverki varð grundaður og bygdur upp í góðum og væl skikkaðum fakligum umhvørvi, og hann segðist at duga væl at fara við starvsfeløgunum, sum trivust væl undir handara leiðslu. Kring norðurlond og aðra staðni eisini var Mikkjal virdur fyri síni viðføddu evni og teknisku førleikar.
Mikkjal var ættaður úr Leynum. Konan, Olivia, var úr Miðvági, og tey búðu í Havn. Mikkjal Helmsdal andaðist 6. juni 1996 79 ára gamal.










