TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við formannin í KÍ, Tummas Lervig fyrr í kvøld.
KÍ hevur júst longt sáttmálan við høvuðsvenjaran, Mikkjal Thomassen. Tummas Lervig undirstrikar, at eitt fjórða pláss, og evropeiskar avbjóðingar var ikki kravið fyri at leingja sáttmálan, sjálvt um tey í KÍ vóna, at fjórða plássið kann røkkast.
Í KÍ eru tey nøgd við menningina, sum Mikkjal hevur skapt, og vóna tey, at enn longur kann komast á leið komandi árini.