Dugnaligi føroyski fótbóltsvenjarin, Mikkjal K. Thomassen kann nú seta enn eitt flugubein.
Hann vann við liði sínum, Fredrikstad ein flottan 2-0 sigur á gamla liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Brann Bergen á Brann leikvøllinum í Bergen frammanfyri 15.000 áskoðarum.
Mikkjal skrivar eisini føroyska ítróttarsøgu, tí hetta er fyrsti sigurin hjá einum føroyskum høvuðsvenjara í bestu fótbóltsdeildini í Noregi.
Mikkjal megnaði hendan setningin uttan nakran føroyskan leikara. Jóannes Bjartalíð var ikki við í hópinum, og Brandur H. Olsen kom ikki á vøllin í dag.
Stóra hetjan hjá Fredrikstad var Stian Molde, ið skoraði bæði málini. Tað fyrra beint undan steðginum, og tað seinna tá 17 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Brann hevði bóltin 79 prosent av tíðini, men tað hjálpti teimum ikki í seinasta enda. Brann hevði fimm málroyndir innanfyri málrammurnar, meðan Fredrikstad hevði tríggjar royndir innanfyri málrammurnar. So Fredrikstad tók av málmøguleikunum í dystinum.
Tað margháttliga við dystinum í Bergen í kvøld var, at heili 15 minuttir vóru lagdir aftrat vanligu leiktíðini.
Fredrikstad hevur trý stig aftaná tvey umfør í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Komandi leygardag klokkan 17 verður fullsett á leikvøllinum í Fredrikstad. Tá verður grannauppgerð, og lokali arvafíggindin, Sarpsborg 08 kemur á vitjan.