Mikkjal heldur seg eiga røttu amboðini

Deyðbóltarnir fara at eiga stóran leiklut, og so ræður um at fáa tað at ganga fyri seg eftir okkara treytum, sigur KÍ venjarin

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har setningurin hjá KÍ verður at vinna seg víðari í Europa Conference League. Fyri einari viku síðani endaði tað við 3-2 tapi í Kosovo ímóti Ballkani.

 

Áhugin er stórur fyri stóru altjóða avbjóðingini í kvøld, og nú seinnapartin verður ferðslan tøtt úr Klaksvík og suður í høvuðsstaðin.

 

Mikkjal Thomassen venjari hjá KÍ heldur seg hava spælararnar og amboðini, sum skulu tit at vinna KÍ víðari í kappingini:

 

-Í Kosovo vístu vit framúr sinniliga og kropsliga styrki, og at tað eydnaðist at venda 3-0 til 3-2 komst eisini av, at okkara spælarar eiga royndirnar, sum eru so týdningarmiklar í sovornum dystum, sigur Mikkjal Thomassen.

 

KÍ venjarin heldur, at dystargongdin í Kosovo var ikki so nógv øðrvísi, enn hann hevði væntað:

 

-Teir vóru effektivir og sektaðu okkum, tá ið vit mistu í uppspælinum. Tí er eitt av málunum, at vit ikki koma í sovornar støður í kvøld, sum vit vóru í stóra løtu kring steðgin í Kosovo, sigur venjarin, og hann heldur fram:

 

-Eitt av góðu vápnunum hjá okkum ímóti teimum eru deyðbóltarnir. Okkara spælarar eru hægri, enn mótstøðumenninir í kvøld eru, og vit eru kropsliga betur fyri, enn teir eru. Tí verður tað avgerandi, at vit eru øgiliga fokuseraðir upp á at avgreiða deyðbóltarnar væl. Vit vita, at mótstøðumenninir eisini í kvøld fara at vilja hava bóltin mesta partin av tíðini. Eg vóni, at vit fara at megna í løtum at vísa tað, sum vit vístu á heimavølli ímóti Bodø/Glimt. Um tað eydnast, so fara vit ikki at renna so nógv aftaná mótstøðumonnunum, og tað verður fyrimunur fyri okkum, sigur Mikkjal Thomassen.

 

Umframt at Odmar Færø er leikbannaður, so hevur mest upplagdi avloysarin í miðverjuni, Jesper Brinck, verið skaðadarvaður. Hann er nústaðni farin at velja við fullari ferð, og tað er ivasamt, um hann verður við frá fyrsta bríksli.

 

KÍ – Ballkani Kosovo: á Tórsvølli klokkan 19.00.

 

Dómarabólkur úr Georgia: Goga Kikacheishvili, Davit Gabisonia, David Chigogidze og Irakli Kvirikashvili (4. dómari)